Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Svim um vágna

Ægir

Tilmelding til svimjing um vágna á sjómannadegnum, verður við at senda ein sms til 218914. viðmerk: Sjómannadag, navn á svimjara og FØÐIÁR.

Bólka verður í 2 bólkar, kvinnur og menn.

Dentur verður lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei.

Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi á sjónum.