Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Svøríki droppar alla koronutilbúgving

Áron Sofus Høgnason Vest

Á tíðindafundi í morgun kundi svenska forsætisráðfrú, Magdalena Andersson úr flokkinum Socialdemokraterna, kunngerða svenska fólkinum, at frá mikudegnum 9. februar verða allar koronuavmarkingar avtiknar. Øll koronutilbúgving droppað.

Tað er sjón fyri søgn, at tað er tað fólk ynskir í mongum av grannalondum okkara. At sleppa av við koronutilbúgving, tí tað tekur frælsi frá menniskjum. Frælsi hevur ábyrgd við sær, verður sagt – og tað hava vit í Føroyum og aðrastaðni, so dyggiliga ásannað í nógv mát.

Tíðin er komin til at veruliga opna Svøríki upp aftur eftir koronufarsóttina, sigur ein smílandi og nøgd forsætisráðfrú, á tíðindafundi í morgun. Tað hevur við sær at frá næstkomandi mikudegi, 9. februar, fáa matstovur, ítróttarfeløg, og tílík støð/felagsskapir, frælsi aftur. Tá verða allar avmarkingar avtiknar og fólkið fær virkað aftur sum vant. Kravið um masku (munnbind) verður eisini avtikið. Ein sannur sigur fyri frælsi, munnu tey flestu nokk halda.

Tó so, so er korona/kovidnítjan enn til. Farsóttin er til enn, og argar. “Men sjálvt aftaná hesi gleðiboð, skal tann smittaði vera heima, og í sóttarhaldi. Stóra smittuspjaðingin ger enn um seg og tey, ið ikki eru koppsett, eru verri stillað, enn tey, ið eru tað.” sigur svenska forsætisráðfrú, Magdalena Andersson.

Í Svøríki eru 16.028 menniskju deyð við kovidnítjan og í Danmark knapt 3.800. Svenski tíðindamiðilin SVT avdúkaði herfyri, at talið av smittaðum um døgni í Svøríki, er beint omanfyri 39.000. Í Danmark er tað beint omanfyri 55.000.

Ekstrablaðið í Danmark sigur, at tað nýtist ikki at merkja, at tað er meir smittað í Danmark, enn í Svøríki. Kanska tvørturímóti. Tað er eitt klárt signal um, at tað verður testað nógv minni fyri kovidnítjan í Svøríki, enn í Danmark.