Við Sway, kanst tú skjótt og lætt visualisera tín boðskap og tíni hugskot frá eini og hvørjari eind, so sum teldu, telefon og ipad. Við Sway fært tú gjørt eina flotta og samvirkna framløgu, sum er løtt at deila og leggja á ymiskar pallar. Sway egnar seg harafturat væl sum amboð til tíðindabrøv og markaðarføring av ymiskum slag.
Hevur tú eina vøru, eina tænastu ella eitt hugskot, sum tú hevur tørv á at lýsa? Sum tú kundi hugsað tær at lýst uppá ein innbjóðandi máta, hóast tú ikki ert grafikari? So er Sway svarið.
Sway er eitt lítið forrit, sum tú (ókeypis) hevur atgongd til, um tú hevur Office 365.
Við Sway kanst tú gera eina flotta netsíðu uppá null komma nix. Tú brúkar tað t.d. til at presentera eina vøru, eitt hugskot ella eina tænastu. Tvs. at tað er ein síða á netinum, sum BARA handlar um tína vøru.
Tú kann leinkja til eitt Sway á sosialu miðlunum, í einum telduposti ella á tykkara heimasíðu.
Her eru dømi um Sway, sum eru skjót at gera >>
Sway | Snarskeið | 3 tímar | 22. februar 2022
Um tú kundi hugsað tær at lært at brúkt Sway uppá 3 tímar, so tekna teg til skeiðið her: https://www.synergi.fo/skeid/laer-at-gera-livandi-framlogur-vid-sway-snarskeid-2/



