Nú kanst tú taka eina MiniMBA í Føroyum. Hetta er ein MiniMBA, sum er ment av Steen Hildebrandt og Aros Business Academy í Danmark. Synergi bjóðar hana út í heyst, 2019.
Steen Hildebrandt, professari, er helst størsta navnið í Danmark innan leiðslu. Í nógv ár, hevur Steen Hildebrandt undirvíst á ymiskum høgt mettum MBA útbúgvingum. Eitt nú á Handilsháskúlanum í Århus og á Århus Universitet. Men eisini á Aalborg Universitet, CBS og Syddansk Universitet.
Hví hevur Steen Hildebrandt valt at menna eina MiniMBA?
Steen sigur til hetta, at hann hevur leingi haft ta fatan, at tað manglar eitt slag av meiri ”fólksligari” versión av einari MBA. Eina versión, sum ber til at klára. Ein opin og meiri gjøgnumskygd útbúgving. Sum hendan, sum hann hevur ment saman við Aros Business Academy, og sum vit hjá Synergi eru glað fyri, at bjóða í Føroyum.
Hann sigur, at sjálvsagt kunnu vit á MiniMBA’ini ikki fara í dýbdina við øllum, men ein MiniMBA hevur tey somu fakini – og viðgerð somu tema – sum tær ymisku MBA’irnar á universitetunum.
Ein útbúgving til leiðarar, sum ynskja eina styttri, men sakliga og fakliga væl grundaða útbúgving
MiniMBA’in er eitt tilboð til tey nógvu, sum ikki hava møguleika fyri, ikki hava stundir til, ikki hava hug til ella ikki hava ráð til, at taka eina MBA á einum hægri lærustovni. Men sum fegin vilja hava eina meiri yvirkomuliga útbúgving, eina styttri og eina sakliga og fakliga væl grundaða útbúgving. Tað er hendan útbúgvingin, sum Aros og Steen Hildebrandt í felag hava mennt. Ein MiniMBA er tí ikki eitt vart heiti og tú fært ikki ECTS av at luttaka, men tú mennir teg nógv sum leiðari og sum menniskja.
- Hevur tú verið leiðari í nøkur ár?
- Ella ert tú kanska júst blivin leiðari?
- Hevur tú eina góða fakliga útbúgving, men følir tú, at tær væntar nøkur amboð, fyri at blíva ein ordiliga góður leiðari eisini?
- Saknar tú nýtilig og praktisk leiðsluamboð?
So er okkara MiniMBA eitt gott boð uppá eina stutta og sera góða leiðsluútbúgving, har tú mennist bæði sum leiðari og privat.
Kom við á MiniMBA’liðið í heyst!
Les alt um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Synergi – klikk her >>




