Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Synergi: Lær at goyma tínar fílur og myndir trygt og gott í OneDrive | 3 tímarskeið

Lýsingargrein

Í Office 365 finnur tú eina røð av forritum, sum hoyra til títt hald. Eitt av teimum er OneDrive. OneDrive eru nakrar mappur, har tú kann goyma tínar fílur. Tað góða er, at hesar mappur liggja í skýnum og at tú kanst synkronisera tær niður á telduna.

Tað merkir, at tá tú arbeiðir, hevur tú atgongd til mappurnar og fílurnar á telduni uppá vanliga mátan, gjøgnum stifinder, men at tú eisini hevur atgongd til mappurnar um tú lænir telduna hjá onkrum øðrum. Tað einasta tú skalt gera, er at logga inn á Office.com. Harafturat hevur tú atgongd til fílurnar frá tínari snildfon og teldli.

 

Trupulleikin hjá nógvum er tó, at finna runt í, hvar fílurnar eru og hvussu tú fært atgongd til tær. Og tað er júst tað, vit læra á hesum skeiðinum.

 

Á hesari video greiðir Tóri Slættalíð – undirvísarin – frá um, hvat OneDrive er og hvat tú lærir á skeiðnum: https://www.youtube.com/watch?v=szFGSQxMGlQ

 

Kostnaður einans kr. 1600 + mvg.

 

Eru tit fleiri, t.d. øll á einari deild, sum kundu hugsað sær at fingið stýr á OneDrive, so biðið endiliga um tilboð.