Heldur tú, at tað er eitt lítið sindur trist at byrja aftur aftaná summarferiuna? Sært tú stormar og myrkur fyri tær? So kanst tú ugga teg við stóru og spennandi skeiðsskránni hjá Synergi.
Skonk tær ein kaffimunn og set teg væl til rættis.
Hvat hevur tú allarmest hug til og tørv á í heyst?
Fært tú hug til fleiri av skeiðnum, so er at raðfesta. Og ikki vist, at tað tú hevur mest tørv á, er rætta skeiðið fyri teg beint nú. Tú mást eisini taka hædd fyri, hvat tú hevur hug til. Tí tað gevur tær kanska minst líka nógv í hinum endanum.
Hjá Synergi siga tey tó, at tú ert sjálvandi sera vælkomin at gera, sum nógv gera – tekna teg til fleiri skeið. So sleppur tú nevniliga undan at brúka tíð uppá raðfesting – júst sum tú onkuntíð “kemur til” at keypa 2 pør av skóm.
Hvussu sær tín ætlan fyri førleikamenning út í ár?
Kanska okkurt av hesum skeiðunum hjá Synergi kann hjálpa tær á veg >>
- Luttak á einum av stuttu telduskeiðunum á 3 tímar, kanst tú læra at brúka Outlook, OneDrive, Sway, OneNote, Planner, Forms, PowerPoint vm.
- MiniMBA – ½ ára leiðsluútbúgving
- Grafisk skeið – InDesign, Canva, Photoshop og Sketchup
- Fá skil á Dátuverndarlógini (GDPR) og Fyrisitingarlógini
- Lær at handfara trupul fólk
- Slepp av við pseudoarbeiði
- Fá ein meiri effektivan gerandisdag
- Fá retorisku amboðini uppá pláss
- Lær bókhald frá grundini
Og ein rúgva av øðrum skeiðum.
Vitja heimasíðuna www.synergi.fo.
Skonkt tær ein góðan kaffimunn.
Og set teg við skránni hjá Synergi eina løtu og leggja tína førleikamenning til rættis.
Hevur tú hug at lokka ein starvsfelaga við til okkurt skeið, so ger endiliga tað, eru tit 3 ella fleiri fáa tit oftast avsláttur.
Bið um tilboð!




