Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Syngja jólini inn í Kelduni

Jóhann Lützen

Tollaksmessukvøld…tá handlarnir spakuliga lata aftur, og jólafriðurin av álvara byrjar at koma yvir fólkið, verða jólini sungin inn í Kelduni í Skálafirði; 23. desembur kl. 21.

 

 

Hetta er 20 árið, at Keldan skipar fyri júst hesum sangtiltaki. Á skránni er nógvur felagssangur, stuttar frásagnir, og eisini eru nakrar sangframførslur. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin. Høvi verður at lata eina gávu til missión.