Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tá Jøkul varð sjósettur

Jóhann Lützen

Jøkul er seinasta træskip, sum bygt er í Føroyum. Vit hava fingið hendur á forvitnisligum upptøkum, tá Jøkul KG 407 varð sjósettur á Grótrætt 2. november 1978

 

 

 

Tað er Símun í Vátutoft sum eigur upptøkurnar

 

Um Jøkul skrivar Jákup Andreasen

Onki træskip smíðað í Føroyum síðan Jøkul

Føroyskt smíð av træskipum er um at fara í søguna, tí onki træskip er smíðað síðan 1978.

Grái útróðrarbáturin á myndini er Jøkul, sum Jógvan hjá Axel og aðrir smíðaðu norðuri á Grótrætt, og sum júst er flotaður. Báturin varð bygdur til Sámal Thorsteinsson ella Sámal á Snørisvirkinum í 1978, og er seinasta træskip, sum er smíðað í Føroyum.

Hin bátin haldi eg verða Mariann hjá Adolf Hansen, sum eisini varð smíðaður á Grótrætt, og sum varð latin honum í 1973. Mariann varð uppkallaður eftir dóttir Adolf, sum eisini doypti bátin á sumri í 1973.

Jøkul skifti eigarar nakrar ferðir, og seinastu nógvu árini lá hann svínabundin við bryggju á Stongunum, til hann varð fyribeindur fyri ikki so langari tíð síðan. Sólbjørn Hansen eigur myndina.