Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Tað blíðkar fyri hugaðum monnum

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Tað gongur strúkandi við kappróðrarneystinum, sum Malltek hevur í gerð.

Stoypiarbeiðið er um at vera liðugt, men samstundis, sum hetta hevur verið gjørt, er størviðurin skorin til og settur saman í elementir.

Í løtuni rigga teir sperrur til, so tað kann verða so skjótt, at sperrurnar verða reistar.

Sum Sonja R. Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag greiddi frá á ferðini “Frá Varpinum til Varpið”, er ætlanin, at kappróðrarneystið skal standa liðugt í november 2022.

Tað eru fleiri tekin í sól og mánað, at so verður.