Hesa seinastu tíðina hava íbúgvarar í Hvannasundi upplivað at ljósið blinkar og blinkar – onkutíð minni, men til aðrar tíðir so illa, at tað er rættiliga irriterandi. Tað sama ger seg galdandi á Viðareiði.
Nógv hevur verið tosað um streymveitingina til bygdirnar Norðan fyri Fjall, nú ætlanin var at leggja ein nýggjan el-kaðal gjøgnum smølu og ótíðarhóskandi tunlarnar norðanfyri. Henda ætlanin, ið hevði tarnað ferðsluni almikið, var tíbetur slept – men trupulleikin er kortini ikki loystur.
Ætlanin var at leggja nýggjan og sterkari kaðal norður um, vegna tess at tær nýggju og stóru smoltstøðirnar á Norðtoftum og Viðareiði tykjast krevja so nógva elorku, at tað gongur út yvir brúkararnar. Men hesar seinastu dagarnar hava fólk av álvara merkt til minkandi elorkuna og hava illneitast inn á SEV. Fólk spyrja, um tey skulu gjalda fyri eina tænastu sum ikki er 100 prosent. Og tað, hóast fólk hava gjørt vart við seg á røttum staði – á skrivstovuni hjá SEV. – Vit ringdu og boðaðu frá. Svarið vit fingu var at teir høvdu fingið eina feilmelding og at teir skuldu kanna málið. Og so var ikki meiri at tosa um, sigur ein maður norðanfyri.
Ein annar helt skemtiliga fyri, at tað tykist sum um SEV hevur gloymt fólkið norðanfyri. Teir burdu fingið eitt N aftrat í navnið – N sum Norðoyggjar – so teir dagliga vórðu mintir á, at tað altso búgva eini 800 fólk Norðan fyri Fjall. Onkur hevur send teldupost til SEV, men hevði ikki fingið nakað svar aftur. Serliga ringt var í gjár – sunnudagin – tá nógv fólk í Hvannasundi, Norðdepli og á Viðareiði merktu hesa blinkingina, og irriteraðust inn á tað. Onkur helt tað vera løgið, at tað skuldi blinka soo illa ein seinnapart sunnudag, tá ikki nógv vinnuligt virksemi er í økinum. So fór at verða nakað ringt mánamorgunin, tá fólk fór aftur til arbeiðis á skrivstovum og virkjum. Og tað var akkurát tað sum hendi.
Í morgun søgdu bæði fólk í Hvannasundi og á Viðareiði frá at ljósið blinkaði við sama lag. Onkur helt, at best var at SEV setti upp ein ljósmotor í Hvannasundi og ein á Viðareiði, – inntil ein varandi loysn er komin á málið.
Meðan fólkið bíðar eftir eini loysn mugu tey helst bara venja seg við at ljósið fer upp og niður. So er bert eftir at vóna, at tað ikki gongur út yvir tey elektrisku tólini hjá fólki.



