Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tað er ikki Føroya Pedagogfelag, sum seta lívið í vága hjá borgarunum

Nevndin hjá Føroya Pedagogfelag

í landinum, men arbeiðsgevarin, sum við ábyrgdini fyri teirra stovnum og starvskorum hjá starvsfólkum, ikki virðir støðuna á arbeiðsmarknaðinum.

Ístaðin fyri at føra samráðingar og skjótast gjørligt fáa rætt lag í støðuna, so verður tíðin ístaðin brúkt uppá senda Føroya Pedagogfelag í Fasta Gerðarrætt, í eini roynd at drála málinum enn meira. 

Kommunala Arbeiðsgeverafelagið hevur eisini alment úttala seg um, at verkbannið varð sett í verk fyri skjótast gjørligt at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, men vísir nú ongan vilja til samráðingar.  

Komið heldur til samráðingarborðið og føri veruligar samráðingar – veruligar samráðingar – fyri ein starvsbólk, sum bæði Kristina Háfoss og Annika Olsen fleiri ferðirnar alment hava úttala seg um, er harðligani afturúrsigldur.

Vinaliga

Nevndin hjá Føroya Pedagogfelag