Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tað fer at venda

Hanus Kjølbro

Luftin fer at koma av leiðunum við Norðureysturgrønland í dag og í morgin afturat. Hetta er kølin høgættarluft.

Sunnudagin fer at broytast. Ættin fer at leggja seg spakuliga eystur um norðan, og mánakvøldið er hon komin niður í landsynning.

Luftin, sum tá fer at reka til okkara, hevur sín uppruna á evropeiska meginlandinum. Hon er nakað væl lýggjari enn, enn tað vit hava kent í seinastuni.

Týsdagin í næstu viku og dagarnir fram til vikuskiftið fer ættin at vera um sunnan.  Í vikuskiftinum fer ættin at krúpa seg upp ímóti eystri og í byrjanini av aðru viku er aftur høgætt.

Henda forsøgnin røkkur langt fram, og tá er óvissan stór.