Nú eru eini tvey stig lýggjari enn tað var fyri tveimum døgum síðan. Luftin, sum kemur til okkara, stavar frá einum hátrýsti í Eysturevropa. Tað fer at standa í stað næstu dagarnar, so ættin fer ikki at broytast nakað serligt – fer at liggja báðumegin landsynning.
Hitamátarar Landsverks siga frá 6-7 stigum í dag. Næstu dagarnar fer hitin at halda á at kvinkast uppeftir.
Fyrst í næstu viku fer hitin ætlandi upp um 10 stig.




