20. august verður egnikapping í Klaksvík og fyrireikararnir ætla at hetta skal vera ein rættuligur fiski dagur har ymiskar kappingar og framsýningar vera.
Umframt sjálva egnikappingina, har roknað verður við at hava luttakarar úr Íslandi og Noregi við, verður eisini fiskikapping fyri børn, svimjikapping um Vánna, stafekkrenning við stampum, føroyameistaraskap í sjómanstak, Kelvikapping bjargingarroynd og ymiskt annað.
Ikki minst er ætlanin at sýna fram livadi fiskar og skeljadjór. Um kvøldi er ætlanin at hava "Dans på brygga" við kendum nøvnum, eisini úr okkara grannalondum. Fyrireikararnir siga, at áhugin hevur verið stórur fyri hesum tiltakinum og serliga hevur tiltakið vakt ans ímillum útróðrarmenn og egnarar.
Ætlanin er at sjálv egnikappingin skal fyriskipast í trimum bólkum frá 0-14 ár, 14 ár til 60 ár og 60 ár og eldri.
Egnast skulu línustubbar á 100 húkar, harav 10 teymar mangla inn ímillum, ið skulu knýtast á meðan egnt verður.
Eftir ætlanini skal alt tiltakið ganga fyri seg norðuri á Stongunum frá ferjuleguni og norður um egningarskúrðarnar.
Um fáar dagar verður endaliga skráin løgd og kunngjørd.




