Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Tað gongur ordiliga væl!

Jóhann Lützen

Vit arbeiða øll sera hart fyri at fáa alt klárt, og hóast nógv er at gera, so er tað bæði stuttligt og spennandi, sigur Eirikur Jákupsson stjóri í KG við Norðlýsið

 

Nógvur aktivitetur er á Biskupstorgi 8 har nýggja hotellið í Klaksvík letur upp fyrsta dagin. 

Vit fingu orðið á Eirikur Jákupsson, sum nýliga er settur stjóri fyri KG. Tað er ein sera spentur og eisini væl nøgdur stjóri vit hava á tráðnum. 

– Tað er ein serlig kensla at síggja alt taka skap, og nú gleða vit okkum ótrúliga nógv til at lata dyrnar upp og bjóða gestum okkara vælkomnum á gátt, sigur Eirikur Jákupsson, stjóri í KG, tá Norðlýsið spurdi hann, hvussu arbeiðið gongur í teimum seinastu fyrireikingunum undan upplatingini mikudagin 1. juli.