Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur við rúkandi ferð við Fyndini

Hansa Hansen, samskipari av Fyndini

– Vit eru ovfarin av, hvussu góð móttøkan hevur verið. Nærum alt upplagið er selt, og vit eru takksom fyri positivu viðmerkingarnar og konstruktivu ráðini. Vit gleðast eisini um tey mongu, sum hava valt at tekna sær eitt árshald av Fyndini. Enn eru nøkur bløð eftir kring landið, so um tú ikki hevur fingið fatur á einum blaði enn, so er at skunda sær, tí skjótt verður nýggja Fyndin á hillunum.

Vit rokast við nýggju útgávuni av Fyndini í løtuni, og væntandi verður hon í sølubúðunum 1. mars. Hesa ferð fer Fyndin at vera til taks á enn fleiri sølustøðum. Harumframt hava vit meiri tilfar í nýggja blaðnum.

Hugsjónin er tann sama. Vit ynskja at seta sjóneykuna á, hvussu tað er at eldast í Føroyum!

Hansa Hansen
Samskipari

 

GG! Blaðið fæst til keyps á flest øllum Magn- og Effostøðum og Á-handlunum kring landið. Blaðið hevur verið útselt í Suðuroynni, men nú skuldu bløð aftur verið í oynni.

Les meira um Fyndina á www.fyndin.fo ella á Facebook.