Thorvald Danielsen er ein av fáum royndum leikarum á Mjølnir liðnum. Hann heldur, at skal Mjølnir vinna á ÍF í hálvfinaluni leygardagin, so skal liðið raka ein góðan dag, tí so ber tað til, hóast ÍF er sterkt lið.
Thorvald Danielsen er landsliðsleikari og hevur áður spælt nógv við Mjølnir, áðrenn hann fór uttanlands í lestraørindum. Undan kappingarárinum í ár flutti hann heim aftur til Føroyar og tað – saman við onkrum øðrum leikarastyrkum eisini – hevur styrkt munandi um liðið hjá Mjølnir, sum eftir nøkur tung ár nú aftur er partur av toppinum í føroyskum flogbólti.
Situr sjálvur skaddur uttanfyri
Thorvald Danielsen er liðskipari hjá Mjølnir og eisini partur av venjaratoyminum. Men í løtuni er hann skaddur, og tí fær hann ikki spælt í hálvfinaluni leygardagin. Hann heldur tó, at Mjølnir er væl fyri, hóast fleiri ikki hava nógvar royndir til slíkar avgerandi dystir.
– Eg haldi, at liðið er væl fyri til hálvfinaluna. Fyri teir flestu leikararnar á Mjølnir liðnum er dysturin leygardagin tann týdningarmiklasti á teirra flogbóltsyrkisleið higartil, so tað er týðuligt, at menn eru uppsettir og at nógv stendur uppá spæl. Eg haldi, at menn eru klárir burtursæð frá, at eg sjálvur sitið uttanfyri við skaða og onkur annar hevur onkran smáskaða at dragast við, men sum heild sær tað gott út. Dystarformurin hevur eisini verið rímiliga góður til leygardagin. Vit vunnu seinasta vikuskiftið ímóti SÍ og eru enn á 1.plássi í landskappingini, so vit eru eisini væl við í landskappingini í løtuni, sigur Thorvald Danielsen við Norðlýsið.
– Vit mugu raka ein góðan dag
Thorvald væntar, at talan verður um truplan dyst, tí ÍF liðið er væl fyri í løtuni og hevur sterka manning.
– Eg vænti ein truplan dyst ímóti ÍF. Vit taptu ímóti teimum seinast á útivølli, og teir tykjast at vera komnir fyri seg eftir eina vánaliga byrjan. Teir vóru frá kappingarbyrjan roknaðir sum favorittar og við styrk av Bjarna Larsen, hava teir nú 4 landslidsleikarar í byrjunaruppstillingini og aðrar royndar leikarar. So tað er klárt, at vit eru ikki favorittar ímóti ÍF og vit skulu leika væl, um vit skulu klára at vinna. ÍF hevur gott álop og góðan blokk, so um vit skulu vinna vera vit noyddir at leggja eitt stórt servutrýst og fáa blokkin hjá okkum at fungera. Fáa vit tað at rigga, og allir leikarar á vøllinum hava ein góðan dag, so er kjansurin har at vinna og tað fara vit sjálvandi eftir, sigur Thorvald Danielsen at enda við Norðlýsið.




