Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað krevur orku at basa happing

Jónleif Johannesen

Vit skulu hava eina nullhugsjón í sambandi við happing.

Vit skulu veruliga gera átøk fyri góðum trivnaði, har happing verður fjónað.

Vit skulu lyfta í felag, men fyri at fáa orku til at lyfta mugu vit raðfesta trivnað í skúlanum. Tá talan er um trivnað, eru tað starvsfólk, børn og foreldur, sum saman skulu vinna á mál. Samstarvið millum heim og skúla er av stórum týdningi, og samstarv millum foreldur í flokkinum somuleiðis. Tummulfingurreglan er, at um foreldur brúka 20 tímar árliga til samstarvið millum skúla og heim – og til trivnað í flokkinum, er gott grundarlag fyri góðari trivnaðarmentan.

Hóast vit øll mugu lyfta í felag fyri at skapa gott trivnaðarumhvørvi, eru tað nakrir lyklapersónar, sum hava størri leiklut enn onnur.

Skúlaleiðarin, sum skal seta út í kortið á skúlanum, er ein.

Flokslærarin, sum skal grundfesta góðan trivnað í flokkinum, ein annar.

AKT-lærarin, sum virkar fyribyrgjandi, ráðgevandi og útinnandi innan økið, sum fevnir um atferð, kontakt og trivnað, er ein triði.

Skúlaleiðarin eigur at brúka orku upp á námsfrøðiliga leiðsluleiklutin fyri at fáa góðan trivnað, men avbjóðingn er leiðslutíðin. Tað eru nógvir leiklutir lagdir yvir á skúlaleiðaran, síðan leiðslutíðin seinast var skipað, so her er brúk fyr at raðfesta tíð til námsfrøðisliga leiðslu.

Flokslærarin er lærarin, sum í størsta mun stendur fyri skúla- og heimsamstarvinum og trivnaðinum í flokkinum. Hetta er mangan eitt avbjóðandi starv, sum krevur nógva orku. Meiri tíð til flokslæraran og støðugur fakligur íblástur, so flokslærarin ikki brennur út, eigur at raðfestast.

AKT-persónurin er partur av førleikastovuni. Hann tekur sær í stóran mun av trivnaðarøkinum. Hetta er eitt týðandi starv, skulu vit náa nullhugsjónini innan happing. Tíverri hevur ein verulig útbúgving ongantíð staðið AKT-persónunum í boði. AKT- lærararnir byggja sína vitan á royndir og nøkur gevandi skeið. Ein útbúgving til AKT-lærarar eigur at verða boðin út. Hetta vildi komið trivnaðinum í fólkaskúlanum til góðar.

Góðar raðfestingar á pappírinum fáa kortini ikki einsamallar tryggjað, at góðir karmar verða framdir í verki innan skúlagátt. Økið mál raðfestast, og orkuleysa meira-fyri-minni-hugsjónin leggjast á hyllina, tí hendan hugsjónin ber ikki á mál.

Góða hugsjónin um null happing ber bert á mál, um vit veruliga seta orku av og raðfesta trivnaðararbeiðið.

Jónleif Johannesen valevni hjá Javnaðarflokkinum