Vindurin minkar spakuliga í dag. Í gjár var miðalvindurin oman fyri 20 m/s; á middegi í dag er miðalvindferðin fyri alt landið 12 til 17 m/s.
Í norðara parti av landinum er nógv regn, og soleiðis fer at vera allan dag. Sunnanfyri er turt.
So hvørt sum lágtrýstið fer spakuliga ímóti Norðurnorra, batnar veðrið í Føroyum. Tað hevur ligið nokkso fast um okkara leiðir í gjár og í dag.
Næstu dagarnar er tað ein hátrýstryggur, sum fer at leggja seg yvir okkum. Hátrýstryggir eru vanliga taða sama sum gott veður.
Mikudagin verður ættin um vestan, 3 til 8 m/s og turt.
Hósdagin útnyrðingur, 8 til 12 m/s og turt.
Fríggjadagin útsynningur, 5 til 10 m/s, okkurt ælið, men yvirhøvur turt.
Leygardagin útsynningur, 5 til 10 m/s, yvirhøvur turt.




