Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað reina luksus

Jákup Ósá

Tað var eitt Cruiseskip við øllum hentleikum, ið lá í Norðhavnini mikukvøldið.

Tað var eitt Cruiseskip við øllum hentleikum, ið lá í Norðhavnini mikukvøldið.

Myndirnar tala fyri seg, har matstovir, barrir, fitness rúm, veitsluhølir, casino og eitt sera snøgt sóldekk bara kunnu nevnast úr rúgvuni av hentleikum umborð, har flestu hølini eisini rúmaðu fleiri hundrað fólkum. Til stuttleika kann nevnast, at tað vóru umleið 5 km. at ganga runt fyri at kom til hesi útvaldu støðini, ið Klaksvíkar Býráð og Norðlýsið vitjaðu í kvøld.

Vegvísarin umborð, ið greiddi gestunum frá og vísi runt segði m.a., at hon sjálv hevði tað so gott og stuttligt umborð, at hon valdi at vera við í fimm-seks mánaðir út í eitt fyri síðani at vera heima í tveir mánaðir.

Í hesum føri siga myndirnar meira enn orðini um, hvussu flottar umstøðurnar vóru umborð.