Norðlýsið gjørdi ein túr út um eingjargarðarnar at síggja, hvussu til stendur uttanfyri Norðoyggjar. Leiðin gekk til Havnar, og har fekst ein stak skemtilig samrøða við ein havnamann, ið segði sína hjartans hugsan um skilið, tá borgarstjórin í Havn fór í hernað móti parkeringsbótum.
Í stuttum er forsøgan tann, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, luttók á einum tiltaki í Dansifrøi í Gundadali. Útkomin frá tiltakinum høvdu ein røð av luttakarum fingið eina bót undir annan viskaran. ”Hetta orðni eg”, segði borgarstjórin, og gav øllum luttakarum eitt lyfti um, at tey ikki skuldu gjalda eina krónu í parkeringsbót.
Í fyrstu atløgu ætlaði hann onki at rinda sjálvur, men vildi hava kommununa at gjalda bøturnar fyri fólk. So fekk hann at vita frá kommunustjóranum, at kommunan ikki hevði heimild at gjalda parkeringsbøtur fyri privatfólk. Heðin Mortensen sigur so við Kringvarpið, at tað ikki er ógjørligt, at hann tekur bøturnar á seg sjálvan sum privatpersónur, t.v.s. fer at gjalda tær av egnum lumma.
Men møguleikan at gjalda sjálvur tykist borgarstjórin at hava angrað stórliga at hava latið upp fyri, tí avgerð verður síðani tikin um, at kommunan tekur skeltini við parkeringsbanni niður, og ger ikki mætari enn at lata eina síðu upp undir torshavn.fo (síðan hjá kommununi), har fólk kunnu søkja um at fáa allar sínar parkeringsbøtur í Gundadali, ið eru dagfestar millum 1. januar 2021 og 15. september 2023, endurgoldnar.
Eisini kemur fram í samrøðuni, at fleiri av teimum, sum hava fingið bót undir tiltakinum í Dansifrøi, nú hava fingið rykkjara frá fútanum, og at hetta cirkusið, har borgarstjórin hevur lovað at fixa parkeringsbøtur var viðvirkandi til, at kommunustjórin í Tórshavnar Kommunu segði seg úr starvi herfyri. Hetta er tó ikki váttað.
Stóri spurningurin, vit sita eftir við, er, um ein borgarstjóri kann gera soleiðis, t.v.s. lata kommunukassan endurgjalda útskrivaðar parkeringsbøtur. Serliga tá hugsað verður um, at kommunan sjálv hevur sett skeltini við parkeringsbanni upp.
Hvat sigur Kommunala Eftirlitið? Og hvat bleiv av lyftinum hjá borgarstjóranum um at gjalda av egnum lumma?




