Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tað skal altíð loysa seg at arbeiða

Fróði Hammer

Arbeiðshugurin er grundarlagið undir føroyska samfelagnum. Men í dag senda vit ein skeivan boðskap – bæði til ung og eldri:

 

 

Arbeið ikki ov nógv.

Lesandi, sum arbeiða við síðuna av lestri, verða møtt við mótrokning í lestrarstuðlinum. Pensjónistar, sum vilja arbeiða víðari, verða møttir við mótrokning í fólkapensjónini.

Felagsnevnarin er greiður: Arbeiðir tú meira, missir tú.

Hetta gevur onga meining.

Vit eiga at hava eina greiða reglu: Tað skal altíð loysa seg at arbeiða – bæði hjá lesandi og pensjónistum.

✔ Hækka markið fyri mótrokning

✔ Geva ein veruligan vinning av arbeiði

✔ Minka byrðar, sum køva arbeiðshugin

Hetta samsvarar við eina borgarliga kós, har fólk fáa størri frælsi at ráða yvir egnum pengum. 

Arbeiðshugurin skal kveikjast – ikki køvast.

 

Fróði Hammer, valevni hjá Fólkaflokkinum

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

 

Harleywoodpaint