Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tað vakra hugtekur øll – hvussu skapa vit karmar, so onnur kunnu skapa eina ríka mentan

Norðoya Tjóðveldisfelag

Norðoya Tjóðveldisfelag skipar fyri almennum tiltaki um mentan og list í kappróðraneystinum týskvøldi 7. mai kl 19.30 – 22.00

 

Skrá

  • 19:30 Dyrnar verða latnar upp. Høvi er at síggja neystið, eins og nýggja stóra listarverkið hjá Edvardi Fuglø.
  • 20.00: Samrøða við listafólk um teirra byrjan, umhvørvi, tilgongd og tankar um, hvussu land og kommunur kunnu vera við til at stimbra eitt umhvørvi, har list verður skapt og spírar fáa møguleik at vaksa.
  • 20.30: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, greiðir frá málum og úrslitum higartil í royndini at betra um umstøðurnar hjá fjølbroytta mentanarlívinum í Føroyum.
  • 20.50: Steðgur
  • 21.00: Annika Steintórsdóttir Biskopstø, Tjóðveldisumboð í Klaksvíkar býráð, greiðir frá tí, sum arbeitt hevur verið við hesa býráðssetuna og málini fyri komandi setu fyri at styrkja um fjølbroytta mentanarlívið í Norðoyggjum við støði í borgarakanningini hjá Klaksvíkar kommunu.
  • 21.20: Kjak og samrøða við millum luttakarar og áhoyrarar.
  • 22.00 Liðugt

Tiltakið er alment og ætlað øllum íbúgvum í Føroyum við áhuga fyri mentanarpolitikki.