Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tað verður fitt av vindi í morgin

Hanus Kjølbro

Eitt lágtrýst er ávegis ímóti okkum. Tað stóð upp yvir Norðuramerika fyri nøkrum døgum síðan og er í skrivandi stund statt einar 800 fjórðingar ein lágan vestan úr Føroyum.

Trýstið í miðjuni er lágt, og tað heldur á at dýpast líka til middags í morgin. Tá er væntandi, at trýstið er niðri á 943 hPa, og tað er sera lágt. Nógv megi er í einum slíkum lágtrýsti, og vit her í Føroyum fara at merkja vestara útryðuna tíðliga í morgin ári.

Vindurin fer at veksa úr landssynningi-suðuri – úr 10 til 15 m/s klokkan 4 (umleið) upp í 15 til 20 m/s klokkan 8. Eitt sindur meira vindur vestanfyri enn eystanfyri.

Eitt brúgvalag fylgir við vindinum – ella er tað øvugt – men tað er væntandi yvir oyggjunum nakað út á morgunin – tá veksur vindurin enn eitt vet, upp í 20 til 25 m/s, mest í sunnara parti av landinum.

Úr áðurnevnda brúgvalagi fer at koma vátakavi og/ella kavi. Fyri og eftir hetta brúgvalagið er ælaveður.

Út á seinnapartin fer at minka – um nátturðatíð er komið niður í 13 til 18 m/s. Hósnáttina minkar enn eitt sindur.

Ættin allan morgin verður landsynningur-sunnan.  

Harleywoodpaint