Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, sigur at hóast nýggj fiskivinnulóggáva er samtykt í løgtinginum verður tað sera trupult hjá Vørn at røkja tær skyldur sum nýggja politisku ætlanirnar krevja av stovninum.
Lógin um sjófeingi er lýst og komin í gildi, men av tí at vit hava framvegis hava fiskidagar undir Føroyum, so er broytingin ikki stór fyri heimaflotan enn.
Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, sigur við Norðlýsið at VØRN á fundi við Fíggjarnevnd løgtingsins gjørdi greitt, at fyri at kunna umsita nýggju fiskivinnulóggávuna, fekk stovnurin brúk fyri nógv fleiri fólkum og hann er nú farin at ótolnast.
– Tað er átrokandi neyðugt at Vørn far meiri pening til at dagføra virksemið hjá stovninum. Øll vita at Tjaldrið liggur størri helvtina av árinum, tí peningur ikki er til manning og drift annars. Fyri árum síðan høvdu vit 4 eftirlitsfólk og fleiri eygleiðarar í føstum starvi. Hesi eri at kalla øll burtur. Vit fara nú at seta tveir eygleiðarar, men enn manglar nógv í og tað hevur tað gjørt í nógv ár.
– Vit hava fingið eina lítla tilsøgn um hægri játtan í samband við komandi fíggjarlóg, men seinastu mongu árini hevur eingin politiskur vilja verið til at játta pengar til Vørn hóast politisku krøvini til stovnin eru alsamt vakandi, sigur Elmar Højgaard, stóri á Vørn.



