Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað verður vindur í kvøld

Hanus Kjølbro

Sigur upp í 18 til 23 m/s úr útsynningi.

Eitt lágtrýst er staðið upp yvir miðjum Atlantshavi fyri nøkrum døgum síðan. Tað hevur flutt seg ímóti okkara leiðum. Á middegi var tað statt einar 400 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum. Leiðin liggur beint norðan fyri Føroyar, og tá ið tað er komið eitt sindur nærri okkum seint seinnapartin, fer vindurin at veksa.

Í skrivandi løtu (klokkan er 3) er vindferðin 5 til 10 m/s úr útsynningi-suðuri. Um einar tveir tímar ella so – ímillum klokkan 5 og 6 – er vindurin at vaksin upp í 10 til 15 m/s úr suðuri. Tá er helst eisini farið at regna. Ein ella tveir tímar seinni – umleið klokkan 8 – er vindferðin 15 til 20 út útsynningi-suðuri. Kanska er eitt sindur turrari tá.

Hugsa vit okkum aftur ein ella tveir tímar longur fram – til klokkan umleið 10 – er vindferðin 18 til 23 m/s úr útsynningi og fyri tað mesta er turt. Hetta verður løtan við mesta vindinum, meðan lágtrýstið er næst okkum, og hon varðar til ein ella tveir tímar eftir midnátt. Tá fer at minka spakuliga. Í morgin ári er minkað niður í 13 til 18 m/s.

Gevið gætur, at tá ið sagt verður frá vindferð, er altíð talan um miðalvindferð. Vindur er ongantíð javnur – frávikini upp- og niðureftir eru mong. Ættin hevur eisini sera nógv at siga. Tað fara at vera støð kring landið, sum ikki fara at merkja so nógvan vind í kvøld. Og øvugt – í støðum fer vindurin at vera meiri enn nevnt omanfyri.