Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tær binda saman á Biskupstorgi

Jóhann Lützen

Nakrar kvinnur tóku seg saman og funnu sær eitt høli á Biskupstorgi, har tær settu seg at binda. At síggja til var tað nærmast skipað sum ein bindiklubbur, men ikki stórt sett upp ella skipað við stórum máltíðum og kakuborði. Talan var um einfaldan hugna fyri kvinnur, ið bundu og prátaðu afturvið einum kaffimunni.

Kaffi og smákakur standa á borðinum, og stólar eru settir upp, og so kunnu fólk bara koma og seta seg at binda í góðum selskapi. Begga Ellingsgaard er millum stigtakararnar til hesa bindicaféina, og undirtøkan er ikki at fara skeivur av. Tá Begga legði myndir frá hesi bindicaféini, komu eisini nógvar viðmerkingar um, hvussu hugnaligt tær høvdu innrættað seg, og onkur róði framundir, at hetta átti at verið gjørt oftari.

Sum ein teirra tekur til: “Hetta sá eg ikki fyri mær. At sita við stokkum niðri í fjøruni. Jú, hetta er einastandandi”.

Og tað er sanniliga eisini einastandandi, at fjøran innast á Vágni nú loksins verður brúkt til hugnaligt savningarstað fyri borgararnar í býnum.