Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Takdekkið lagt á

OG MYNDIR: Dávur Winther

Í góðveðrinum í dag varð takdekkið lagt á nýggja skúlabygningin á Skúlatrøð.

Byggiverkætlanin á Skúlatrøð er størsta einstaka íløga hjá Klaksvíkar kommunu nakrantíð, og arbeiðið er nú komið somikið væl ávegis, at skap og stødd veruliga byrjar at síggjast á nýggja skúlanum. 

Fyrsta byggistig, sum inniber allan skúlabygningin við vælútgjørdum skúlastovum og felagshølum, umframt nútímans skúlagarð, verður eftir ætlan liðugt í 2019.