Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Takk fyri at tú komst inn um Eiðið

Jóhann Lützen

Segði Frits Johannsen m.a í talu sínari fyri listakvinnuni, Jórunn Gunnarsdóttir Poulsen 2. hvítusunnudag – 1. juni 2020 í Ribarhúsi

Tað er mangt og mikið at rógva afturá, tá ið ein er komin til dustsins ár. Gekk 5 ár á Føroya læraraskúla frá 1962 til 1967 í Havnini og búði øll árini hjá Gertrud og Absalon Eysturoy úti við Jóannes Pætursonargøtu – tætt við Gamla kirkjugarðin. Hetta vóru góð ár, sum settu seg í sinnið, og har liva tey enn tann dag í dag.

Gertrud dámdi væl at syngja og spæla klaver. Eg búði í kjallaranum , og plagdi hon at trampa í gólvið og segði: “ Kom op og syng, kom op og syng!” Hetta var ofta um kvøldið, og var hetta stak hugnaligt. Meðan spælt varð og sungið, sat Absalon  og lurtaði. Tá ið vit høvdu sungið nakrar sangir, segði Absalon: “ Gertrude, syng nu Fader vor!” Gertrud sang so  Faðir vár. Hugsi, tað eru so nógv løg, sum eru knýtt at hesum orðum. Meg minnist ikki hetta lagið, men tað var fagurt at hoyra.

Eitt, sum rennur fram fyri meg hesa løtu, er ein málningur, sum hekk á vegginum í stovuni av Guttorm Eysturoy, faðir Absalon, sum Mikines hevði málað. Freyser Eysturoy, beiggi Absalon, var vinmaður við Mikines. Hesa mynd, hugsi eg, eigur Listaskálin í dag. Hetta var ein sera, sera vøkur og talandi mynd. Eitt, sum kemur upp í hugan frá hesum døgum er Laila, dóttir Gertrud og Absalonon. Hon hevur verið tá umleið 12 ára gomul. Hon doyði sum 48 ára gomul.  Vinkona hennara, sum plagdi at standa og hyggja at hesum málningi,  var Jórunn.

Tað var ein vøkur sjón, og kemur lív í henda málning og øll hesi verk, sum eru til skjals her í dag. Hetta er ein stak vøkur og yndislig dreymasjón, sum fær verkini at kína Guttormi Eysturoy og tí ungu, snøggu gentuni Jórunn, sum inntonkt í kyrru stóð har og  læt eyguni fara um litir og skap.

Ja, vakurt  er tað, tá ið gongd kemur á tey skapandi evnini. Tað logar uppvið á ein vakran hátt. Jórunn fór 1970 til Danmarkar og á sumri 1974 fór hon at læra til  hondarbeiðislærara – á Hondarbejds Fremme seminarium og liðug í 1977. Gekk 1 ár á veviverkstaðnum hjá Margrethu Agger í Keypmannahavn og kom heim aftur 1978.

Var fimm ár handarbeiðislærari á Føroya Fólkaháskúla í Havnini (1978 -1983) og hevur verið í 25 ár handarbeiðislærari í Tórshavnar kvøldskúla í ymiskum handarbeiði. Hetta er ein vøkur gongd, at nema við tey skapandi evnini hjá næmingunum. Hon hevur havt nógvar framsýningar víða um. Hetta ger, at heilin kemur at liva á ein heilt øðrvísi máta undir mongum viðurskiftum, og nørir um lívið á ein vakran hátt.

Heima hjá mær og Alexandru hanga tvær myndir á vegginum, sum Jórunn hevur gjørt, og eru hetta áseymaðar myndir. Tann fyrra er frá 1985 (27x37cm) og er av einum fossi, sum trínur dansin undan dimmum, døkkum lendi, har hamarin heldur hendur sínar um fossin. Lendið niðast við er grýtut og jarðgrønt. Hóast hetta er eitt sindur døktleitt, so vinnur tað ljósið, sum kemur úr erva av saman við skúminum undan fossinum, á málninginum. Hann hevur livað saman við mær og konuni síðani 1985 til gleði og gagns hvønn dag.

Í fjør varð farið á Norðoyastevnu at hyggja at listaframsýningini í Posthúskjallaranum. Har vóru nógv góð verk, sum sóu dagsins ljós. Kom inn eftir gongini í hesum rúmi, og har sá eg eitt verk, eina áseymaða mynd við lívrunnum, eymum, listaligum  skapum. Vit heilsaðu upp á hvønn annan og brosaðu. Tað var eins og hetta litríka verk ( 28x 20 cm) vildi koma undir mína sál og kveikja dagin og løtuna heima við hús á Bøvegi í Fuglafirði hjá mær og Alexandru við sólfyltum blómuskrúð og litríkum  skapum eins og hjá franska listamanninum Ferdinand Léger. Føddur í Argantan í Normandínum 1881 og deyður 1955.

Hansara list hevur eina sanna lívsgleði, sum nemur við eina tankagongd í reinum stíli, har skapini halda um hvørt annað og leiða tíni eygu til eina dýrdarloku í listini eins og Jórunn ger tað, sum er ein listalig  menniskjanslig menning.

Hetta er ein sjáldsom sýning – við handbroderaðum, áseymaðum verkum og so koddarnir,  ið nøra um løtuna við  hondgjørdum broddaríum innast við, har høvur vár eigur at nøra um løtuna, meðan vit sova.

Guttorm Eysturoy hevði verið glaður at sæð hesa sýning, somuleiðis Absalon, Gertrud og Laila.

Góða Jórunn! Takk fyri at tú komst inn um Eiðið – Varmakeldueiðið  og nørdi um hesa løtuna. Tann, sum æru býður, er æru verdur og teimum, tú nýtur gott av, skalt tú rósa.