Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Takkarbræv frá Ukraina

Skandinaviska Barnamissiónin

Skandinaviska Barnamissiónin hevur fingið bræv úr Ukraina, har leiðarin á krabbameinsdeildini fyri børn takkar fyri gávur úr Føroyum.

Skandinaviska Barnamissiónin hevur fingið bræv úr Ukraina, har leiðarin á krabbameinsdeildini fyri børn takkar fyri gávur úr Føroyum.

——-

Bræv:

Góða Ella

Mánadagin fekk eg tvær eskjur við so vøkrum bundnum klæðum, leikum og skóm frá tykkum, og í dag hava vit býtt tað út á krabbameinsdeildini á Volyn barnasjúkrahúsinum og sent nøkur av teimum bundnu klæðunum til Lyubeshiv (í Tjernobyløkinum).

Túsund takk fyri! Sum altíð, so ynskti eg at býta tykkara góðu gávur út so skjótt, sum møguligt. Tað var ein so stór gleði at bera Guds minstu tykkara kærleika, umsorgan, gleði og lukku!

Góða Ella! Túsund takk fyri alla hjálp! Góða, sig øllum teimum fittu og hjartagóðu konunum, ið hava bundið, at vit takka Gudi fyri tær!

Má Gud ríkliga signa teg, familju tína og Føroyar!

Kærastu heilsur úr Ukraina,

Lyudmila Lonyuk