Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TAKS fær betur amboð til eftirlitið við innsmugling av rúsevnum

Fíggjarmálaráðið

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur í dag sent Løgtinginum eina dagføring av tolllógini, sum millum annað tryggjar tollarum fult elektroniskt innlit í ferðafólkalistar og upplýsingar, sum flutningsfeløgini hava um tann ferðandi.

Landsstýrismaðurin fær heimild til í kunngerð at áseta neyvari reglur, um hvørjar upplýsingar skulu latast um ferðafólk, og hvussu upplýsingarnar skulu latast. Við broytingini fær TAKS eina greiðari og meiri einsháttaða mynd av teimum ferðandi, sum skal brúkast til at gera váðametingar av ferðafólki og manningum, sum koma um føroyskar havnir og um flogvøllin.

Váðametingar hava víst seg gagnligar í marknaðeftirlitum hjá grannalondum okkara, og við broytingini í kunngerðini kann TAKS krevja, at talgildu upplýsingarnar verða latnar á ein ávísan hátt. Hetta tryggjar, at viðgerðin av upplýsingum verður einsháttað og at til ber at fremja eina váðagreining í nóg góðari tíð til at tryggja eitt nøktandi fysiskt eftirlit, tá fólk koma til landið.

Løgtingið hevur hækkað játtanina hjá TAKS til eftirlitið av innsmugling av rúsevnum við 500.000 krónum.

Men tað hevur týdning fyri landsstýrismannin í Fíggjarmálum at herða átøkini móti rúsevnissmugling, og tí er dagføringin av tolllógini bara fyrsta stigið:

Eg øtist sjálvsagt yvir vaksandi rúsevnistrupulleikan í Føroyum og nýggju framferðarhættirnar, sum síggjast í narkoumhvørvinum. Vit mugu gera alt, sum vit kunnu móti hesum kriminalitetinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.