Kom og ger eitt gott hál, tí so hevur tú møguleika at vinna ein iPad mini. Leygardagin 28. september fer Sona at skipa eini talgildari fiskikapping í sambandi við Tunnilsdagin í Klaksvík.
Sjey fiskimið vera ymsastaðni í býnum, og hjá tær ræður tað um at leggja mið og krøkja í fiskaslagið, ið stendur til miðis. Tú tekur fiskarnar inn á Sona appina við at skanna QR-kotur, sum eru úti á teimum ymisku miðunum.
Talgilda fiskikappingin byrjar kl. 10 og endar kl. 19:30, tá ið vinnarin verður funnin í lutakasti millum øll tey, sum hava fiskað allar fiskarnar. Vinnarin fær beinleiðis boð og verður kunngjørdur á Facebook-síðunum hjá Sona og Føroya Tele, ið letur vinningin. Ein iPad mini – virði 3.895 krónur.
Vegleiðingar kunnu lesast inni á Sona appini og inni í handlinum hjá Føroya Tele í Klaksvík, leygardagin tá fiskikappingin er í gongd.
Góða eydnu og góða fiskikapping.




