Sambært nýggjastu tølunum frá Akstovuni, sær út til at bilasølan enn einaferð setur met. Annars væntaðu bilasølurnar eina ávísa minking í bilasøluni í ár, tí sølan var so góð í 2016. Men higartil í ár eru seldir 1,78% fleiri nýggj akfør í Føroyum enn somu tíð í 2016.
TILSAMANS vóru seldir 1.841 nýggir persónbilar pr. 31/11 2017 í mun til 1.811 persónbilar í 2016.
Akstovan hevur pr. 31/11 2017 skrásett 2.569 nýggj akfør í 2017 í mun til 2524 nýggj akfør í 2016.



