Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Talvudagurin fyri Føroysku Sjómansmissiónina

Jóhann Lützen

Sunnudagin 30. juni er talvudagur í kirkjunum fyri Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Talvudagurin er ein týðandi partur av fíggjarligu orkuni hjá sjómansmissiónini.

Sjómansmissiónin hevur síðani 1918 verið virkin við at fáa Guds orð út til sjófólkið.
Samstundis hevur hon hjúklað um sjófólkið á ymiskan hátt við vitjanum, jólapakkum, geymum við kristnum sangum, andaktum o.ø.

Alt hetta arbeiðið verður fíggjað við innsavningum og øðrum sjálvbodnum gávum.
 

Aftur í ár er bøn og vón okkara, at tikið verður væl undir við hesi áheitan.

Takk fyri!

Føroyska Sjómansmissiónin hevur konto í peningastovnunum:

Bank Nordik                       6460-151.120.5

Eik Banki                             9181-497.551.2

Norðoya Sparikassi            9865-103.429.9

Suðuroyar Sparikassi          9870-428.207.9