Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tann stóra páskasølan í “Gloym meg ei”

Jóhann Lutzen. Myndir: Oliver Joensen

Mikudagin klokkan 14 bjóðar virknisstaðið “Gloym meg ei” í Klaksvík til páskasølu. Her verður høvið hjá fólki í Norðoyggjum, Eysturoynni og aðrastaðni frá at keypa hondgjørd og praktisk ting til gerandisdagin, men eisini ting at páskapynta við heima við hús.

 

 

“Gloym meg ei” er eitt stað, har fólk við sálarligum avbjóðingum koma regluliga, millum annað til eitt prát, góða samveru, spøl, likamliga venjing, útferðir og handaligt arbeiði. Og tað er júst úrslitið av hesum handaliga arbeiðinum, sum er til sølu í morgin – sum til dømis: lappar, handklæði,  teppir, hitaposar, smúkkur og ein rúgva av páskatingum.
Umframt hetta er tombola á skránni, við nógvum og sera góðum vinningum, eitt nú fleiri páskaregg. Og hevur tú hug til ein kaffimunn við nýbakaðum vaflum, ja, so er eisini møguleiki fyri tí.

 

NÝVORPIN EGG OG MYNDATØKA

Undanfarin á hava tey í “Gloym meg ei” havt jólasølu. Men nú verður á fyrsta sinni skipað fyri páskasølu í hølum teirra á Klaksvíksvegi 57.
Tá vit tosa um páskir, so slepst ikki undan at nevna egg og høsnarungar. Hetta hava tey eisini tikið atlit til við tveimum ymiskum tiltøkum.
Í fyrsta lagi verður høvið at keypa nýggj føroysk høsnaregg. Hesi eru sett í eggjabakkar, sum eru pyntaðir til høvið.
Í øðrum lagi fáa foreldur høvið at lata børn síni avmynda, meðan tey halda einum livandi høsnarunga í hondini. Tvey ymisk tilboð eru í hesum sambandi. Henda myndatøkan er frá klokkan 15 til 17, og tí kann roknast við eini ávísari bíðitíð.
At enda kann verða nevnt, at nakað eftir klokkan 16 verður uppboðssøla av tveimum plakatum í rammu, sum Livar Nysted hevur gjørt.

Páskasølan byrjar klokkan 14 og endar klokkan 18.

Harleyfacadeacryl