Sjomannadagur.fo úr savninum 14.08.12
Jóhan Mørkøre hevur verið sjómaður í 40 ár.
(Brot úr grein, ið er í Norðlýsinum hesa vikuna)
Tapti 10 kg vegna rokfiskiskap
Jóhan Mørkøre veit nógvar áhugaverdar søgur frá sjólívinum. Í 1993 var hann ein stuttan túr við Sundabergi, sum vardi í 28 dagar, har teir fiskaðu 500 tons uppá 21 dagar. Jóhan var frystari hendan túrin.
– Eg tapti 10 kg tann túrin við Sundaberg uttan at hugsa um tað. Ætlanin var ikki at tapa seg, men fiskur var nógvur og eg var frystari, so tað var strævið, sigur hann.
Verður sjómaður
Jóhan Mørkøre er týðuliga ein sjómaður, sum trívist við at verða á sjónum, tí hann hevur ongar ætlanir at leggjast uppá land.
– Mær dámar væl at sigla. Vónandi loyvir heilsan mær at sigla til í øllum førum pensjónsaldur. Hesi seinastu 10 árini havi eg arbeitt í Kryvjing, sum er laksavirkið og okkurt stutt tíðarskeið á Kósini, tá eg havi havt frítúr, so fiskivinnan hevur verið ein partur av mínum arbeiði alt mítt lív, sigur Jóhan Mørkøre. Hann leggur afturat, at hann hevur verið við nærum øllum teimum gomlu línubátunum í Klaksvík. Ofta fór hann onkran túr, tá hann var heima í feriu.
Av skipum og bátum, sum Jóhan hevur verið við – tó bara ein túr við onkrum – kunnu nevnast Stella Kristina, Hvíthamar, Hans Erik, Sjúrðaberg, Skálaberg(næst nýggjasta), Sundaberg(næst nýggjasta), Enniberg, Sundaberg (nýggjasta), Skálaberg(nýggjasta), Gadus, Raðhamar, Jákup B, Klakki, Kvikk, Jógvan S, Pison, Gerðhamar, og gomlu Polarstjørnuni. Í 1977 fór Jóhan á Skiparaskúla, men burtursæð frá teimum báðum árunum, so hevur hann verið partur av sjólívinum líka síðani 1970 ella í eini 40 ár.
Skrivað hevur: Jákup Ósá




