(Kosovo) Dystarfrásøgn: Ein lítil løta fyrst í seinna hálvleiki avgjørdi allan dystin í Kosovo.
Á føroyska liðnum var ein broyting frá seinast. Kaj Leo í Bartalsstovu byrjaði inni fyri Sølva Vatnhamar. Kosovo hevði gjørt fýra broytingar í mun til síðsta dyst móti Aserbadjan.
Ikki optimalt føroyskt avrik í málleysum fyrra hálvleiki
Í fyrra hálvleiki royndi Kosovo at leggja hart út. Serliga bleiv spælt til Milot Rashica í høgru síðu. Men hóast nakrar góðar støður, so kom heilt stóri møguleikin ongantíð í fyrra hálvleiki til heimaliðið, hóast heimaliðið hevði bóltin meir og gjørdi færri tekniskar villir. Tað var sum tað manglaði tað síðsta og føroyingar fingu eitt bein fyri í síðstu løtu í fleiri førum. Føroyingar spældu als ikki upp til sítt besta. Teknisku mistøkini vóru fleiri enn vit ofta hava sæð, og tað var kanska bara einaferð, at eitt gott føroyskt álop var við nógvum røttum avleveringum, tá føroyingar spældu seg ígjøgnum í høgru síðu. Tað endaði tó ikki við nøkrum heilt stórum málmøguleika. 0-0 var tí rættvíst úrslit fyri fyrra hálvleik, tí stóru málmøguleikarnir vóru ikki í fyrra hálvleiki. So hóast fleiri føroyingar spældu undir sítt besta støði, so var støði ikki lægri enn so, at Kosovo ikki skapti nóg nógvar málmøguleikar til at skora mál.
Sovandi út til seinna hálvleik
Í seinna hálvleiki setti Kosovo seg tungt á dystin alt fyri eitt og nú komu eisini stóru málmøguleikarnir. Og longu innan 10 minuttir av seinna hálvleiki kundi staðið 4-0 til Kosovo. Einaferð fór skallari uppum og einaferð stórbjargaði Gunnar Nielsen. Men í báðum hinum førunum endaði bólturin í málinum og eftir at tað bleiv 1-0, so tóktist Kosovo fáa sjálvsálit og sínar mælsku áskoðarar enn meir í sín rygg. Longu eftir 54 minuttum tóktist dysturin avgjørdur og uppá hesar fáu minuttir hevði Kosovo longu skapt nógv fleiri málmøguleikar enn allan fyrra hálvleik. Restina av hálvleikinum bleiv meira javnt við nøkrum góðum støðum til bæði liðini, men einki mál kom afturat. Tí bleiv fyrsta løtan í seinna hálvleiki avgerandi fyri dystin og tað var eisini hesa løtuna, at greiður munur var á liðunum. Hin dysturin í bólkinum millum Malta og Aserbadjan endaði við javnleiki 1-1, og tí eru Føroyar framvegis væl við í bólkinum hóast eitt tap í næsta dystinum. Í oktober koma Aserbadjan og Kosovo á vitjan í Føroyum, og tá verða vit nógv klókari uppá møguleikarnar fyri at spæla seg víðari.


