Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

TARIRA konsert í Varpinum

Jóhann Lützen

Mikukvøldið 22. mai kl 20 verður aftur høvið at hoyra TARIRA í Varpinum, hesaferð við eini heilari konsert.

 

TARIRA vann heiðurin sum Føroya besta kór á kórfestivalinum, sum var hildin í Varpinum í apríl í ár.

Á skránni er føroyskur kórtónleikur, umframt renaissansutónleikur. Føroysku tónaskøldini eru Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson og Anne Mette Greve Klemensen.

Kórleiðari er Bernharður Wilkinson

Konsertin er uml. 60 minuttir

Keyp atgongumerki her

Vælkomin í Varpið!

 

Meira um kórið:
TARIRA er eitt kamarkór við staðseting í Tórshavn. TARIRA var stovnað í 2002 og telur kórið20 sangarar, ið hava drúgvar royndir sum kórsangarar og innan tónleik yvirhøvur.

Tarira setur stóra æru í at bíleggja nýggj verk frá føroyskum tónaskøldum og á tann hátt gerakórrepertoirið í Føroyum meira fjølbroytt, áhugavert og viðkomandi fyri komandi ættarlið avkórsangarum og tónaskøldum.