Eg eri Føroya løgmaður,
eg búgvi á Brúgvaskifti,
í posanum havi eg frælsisvón,
gylt og føgur lyfti.
Fullveldi nærkast í hvørjum,
er tað ikki deiligt í Føroyum,
setið kross við rættan flokk,
tí fullveldi nærkast í hvørjum.
Um stutt er komið í valskeiðið,
so nærkast valið í hvørjum,
komi eg tí við stórum gávum
til menn og kvinnur í Føroyum.
Her eru stórir oljukekkar,
hundraðtals miljónir,
fiskiloyvir og skattalættar,
feitari pensjónir.
Eg kenni enn í luftini
av heystardámi ein feril,
so Høgni í løn fyri lógarsmíð
skal fáa ein fyltan sperðil.
Og Tobbi, rækjureiðarin,
tann skræðugákur breiði,
fær um munnin eitt heingilás
– sum eg sjálvur eigi.
Nú okkara kæra føðiland
er dálkað við galli og gori,
eg gevi Eyðun oljusjeiki
ein stóran dunk av klori.
Várt lítla TV-monopol,
ei bjóða kann tað stóra,
tí keypi eg eina parabol
til Mikkjal sjónvarpsstjóra.
Og Fuglfara-Jógvan fær ein saks
at klippa fúlar myndir,
og Jenis eitt lítið mikroskop
at granska nýggjar syndir.
Og ikki skulu vágamenn
her verða settir eftir,
til Marjus Dam og Jóannes
eg eigi fríbillettir.
Men Eidesgaard og Lísbetta,
tey fáa púra einki.
Eg veit ikki hvat tey ynskja sær,
hvussu nógv eg teinki.
Nú Karsten má fáa ein sjefarhund
miljónirnar at passa,
tí smáligt verður fullveldi
við einum tómum kassa.




