Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

TB-KÍ 2-1

Jákup Ósá

Venjingardystur er í Trongisvági í dag. Norðlýsið fylgir gongdini.

KÍ byrjar við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen – Børge Petersen, Jesper Brinck, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen – Sebastian Avanzini, Steinbjørn Olsen, Alessio Hyseni, Patrik Johannesen – Jóannes Bjartalíð, Ole Erik Midtskogen.

 

Dysturin byrjar kl. 14.00. Norðlýsið fylgir gongdini og dagførir, tá mál koma. Spælt verður tvær ferðir 35 minuttir.

 

Kl. 13.48: Væntandi koma allir í KÍ-hópinum at fáa spælitíð uttan Meinhardt P. Joensen, Boris Dosljak og Óli Ey. Poulsen, sum eru skaddir. Abubakar Ibrahim er framvegis ikki komin til landið. 

10 min.: 1-0 til TB. Málskjútti var Rógvi Joensen. Uppleggið átti Ken Fagerberg.

15 min.: 1-1. Málskjútti var Ole Erik Midtskogen. Uppleggið átti Jóannes Bjartalíð.

Hálvleikur: 1-1

Seinni hálvleikur er byrjaður (kl. 14.52)

43 min.: 2-1 til TB. Ein KÍ-leikari gjørdi sjálvmál.

52 min.: Innskifti Páll A. Klettskarð skoraði, men málið bleiv kolldømt fyri rangstøðu.

Liðugt: TB vann 2-1. Í seinna hálvleiki gjørdu liðini fleiri útskiftingar. KÍ hevði trupult við at skapa málmøguleikar og tapti 2-1.