Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík á heimavølli móti VÍF í kvøld

Jákup Ósá

Team Klaksvík skal royna at halda góðu gongdina á heimavølli.

Team Klaksvík var nær við at fáa stig móti H71 í vikuskiftinum, men tapti 23-22. Nú kemur VÍF á vitjan, har talan fyrst og fremst er um dyst um 3. pláss í bestu mansdeildini.

 

Team Klaksvík liggur undan dystinum á 3. plássi við 12 stigum fyri 12 dystir. VÍF er á 5. plássi við 10 stigum fyri 10 dystir, so talan er um tvey lið, sum kappast um 3. pláss í løtuni. Munurin upp til 2. plássið tykist enn vera ov stórur, tí H71 á 2. plássi hevur 19 stig. Leygardagin spælir Team Klaksvík seinasta dyst í 2017, tá liðið vitjar hjá Kyndli. Dysturin í kvøld, mikukvøldið, í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 20.00.