Í dag vitjar Kyndil í Klaksvík.
Tað hevur gingið illa hjá Team Klaksvík eftir jólafrítíðina, har liðið hevur tapt tríggjar, spælt ein javnan og ongan vunnið. Hesaferð er góður møguleiki at reisa seg, um hugt verður eftir sttigatalvuni. Tí mótstøðuliðið Kyndil liggur aftast við bara tveimum stigum, meðan Team Klaksvík er næstaftast við 10 stigum.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 17.00.




