Sunnukvøldið verður botndystur í Klaksvík.
Undan dystinum liggur Team Klaksvík næstaftast við fimm stigum, meðan StÍF liggur aftast við trimum stigum. Team Klaksvík hevur mist fleiri leikarar síðstu tíðina, men móti oddaliðnum VÍF gekk væl í fyrra hálvleiki, sum endaði við javnleiki. Í seinna hálvleiki bleiv greiður munur á liðunum og VÍF vann at enda við 11 málum.
Dysturin í Klaksvíkar badmintonhøll sunnukvøldið byrjar kl. 19.00.




