Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík fær vitjan av strandingum

Jákup Ósá

Sunnudagin verður dystur í Klaksvík í FTZ-deildini. 

Dysturin er millum Team Klaksvík og StÍF. StÍF liggur næstaftast við 8 stigum, meðan Team Klaksvík liggur aftast við einum stigi. Tað stigið kom móti júst StÍF á heimavølli, so hvør veit, um vit ikki fáa ein meira spennandi dyst enn teir seinastu, sum Team Klaksvík hevur spælt. Hetta er næstseinasti heimadystur hjá klaksvíkingum í ár. 
Dysturin byrjar kl. 16.00 í Klaksvíkar Badmintonhøll.