Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík fær vitjan av VÍF

Jákup Ósá

Team Klaksvík skal leygarkvøldið verja oddasessin á heimavølli.

Team Klaksvík hevur havt eina frálíka byrjan uppá kappingarárið. Liðið hevur fingið 7 stig í 5 dystum og hevur bara tapt ein dyst, á heimavølli móti StÍF.

 

VÍF vitjar

Tað verður ofta sagt, at tað eru tvey lið, sum passa illa til Team Klaksvík, og tað eru StÍF og VÍF. Orsøkin er, at hesi spæla skjótan hondbólt við høgari leikferð og hetta passar Team Klaksvík illa, sum ofta spælir øðrvísi slag av hondbólti. Leygarkvøldið kl. 18.00 vitjar VÍF í Klaksvík og tá fæst at vita, um tað kanska er nakað í hesum eisini fyri hetta kappingarárið. VÍF er verandi føroyameistari, men hevur bara fýra stig í fimm teimum fyrstu dystunum.

Harleyfacadeacryl