Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík fekk sín fyrsta sigur hetta kappingarárið

Jákup Ósá

StÍF vitjaði í Klaksvík í dag.

StÍF hevði tvey stig undan dystinum, meðan Team Klaksvík einki stig hevði. Team Klaksvík fekk góða byrjan og førdi 18-14 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki kom spenningur í og tá 7 minuttir vóru eftir var javnleikur 24-24. Men Team Klaksvík hevði kreftir eftir til síðst og vann at enda 30-27. Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Sámal á Tjaldrafløtti við 8 málum, meðan Christoffer Madsen skeyt 7 mál.  

 

Team Klaksvík hevur sostatt tvey stig fyri fyrstu fýra dystirnar.