Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík fylgdi við ein hálvleik

Jákup Ósá

Í hálvleikinum var javnleikur millum Team Klaksvík og Neistan. Men í seinna hálvleiki koyrdi Neistin sigurin heim.

Í hálvleikinum var støðan 10-10, men í seinna hálvleiki var Neistin greitt omaná og vann 26-18. Áhugavert at síggja nógv nýggj nøvn á dómaraseðlanum hjá Team Klaksvík, sum fyrr í kappingini misti nógvar leikarar. Sum skilst er hetta m.a. vegna eitt samstarv millum Team Klaksvík og EB um nakrar ungar leikarar, sum nú royna seg í Team Klaksvík.

Málini hjá Team Klaksvík í dag skoraðu Nikolay Bliznov (10), Silas Larsen (3), Sámal á Tjaldrafløtti (2), David Danielsen, Beinir Johannesen og Uni Zachariassen.