Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík gav oddaliðnum dygga mótstøðu

Jákup Ósá

Men trý brend brotskøst seinastu løtuna gjørdu sítt til, at tað endaði við tapi.

Neistin hevði 13-11 leiðslu í hálvleikinum og heimaliðið hevði eisini leiðsluna nærum allan hálvleikin. Men í seinna hálvleiki bleiv meira spennandi og Team Klaksvík tók leiðsluna fleiri ferðir. Seinast við 19-18. Tað var tó Neistin, sum hevði betri endaspurt. Seinastu 6 minuttirnar skoraði Team Klaksvík ikki í trimum brotskast royndum og so kundi Neistin vinna 26-23.

 

Toppskjútti hjá Neistanum var Høgni Zachariassen við 5 málum. Hjá Team Klaksvík skoraði Hørður Fannar Sigtórsson 5 mál.