Talan er um leikara, sum hevur spælt á høgum stigi.
Team Klaksvík, formaðurin Óli á Gravarbø upplýsir fyri Norðlýsinum, at tað hevur gingið striltið at funnið góðar likarar, men við toli og góðari hjálp, so halda teir, at tað nú hevur eydnast.
Nikola Kedzo er júst fyltur 34 ár og spælir á høgra bakki. Hann skal komandi ár spæla við Team Klaksvík. Hann er 2,04 m høgur og hevur spælt á høgum stigi. Hann hevur spælt í bestu deildini í m.a. Spania, Týsklandi og Norra. Seinast hevur hann spælt í Finnlandi. Hann er komin til Klaksvíkar, har hann m.a. skal spæla saman við landsmanninum David Henigman, sum er málverji og ungdómsvenjari hjá Team Klaksvík.
Landskappingin í hondbólti byrjar 11. september.




