Nýggjasta felagið í føroyskum mannfólka hondbólti, Team Klaksvík, hevur styrkt seg í royndini eftir at flyta upp í bestu mansdeildina
Eftir at manshondbólturin í Klaksvík hevði ligið í dvæla í nøkur ár frættist, at eitt nýtt hondbóltsfelag – við heldur ósiðvanda navninum Team Klaksvík – var sett á stovn. Hetta var á heystið í 2006. Síðan er felagið flutt upp í næstbestu deildini hjá monnunum, og eftir at hava etablera seg í 1. deild tykist, sum málsetningarnir eru hækkaðir í Klaksvík.
Undan hesum kappingarárinum gjørdist greitt, at felagið hevði gjørt sáttmála við Damir Oros, sum í fleiri ár hevur verið ein av profilunum í føroyskum manshondbólti. Og beint undan kappingarbyrjan gjørdi felagið eisini sáttmála við Hans Arna Thomsen, ið árini frammanundan hevði verið ein partur av besta mansliðnum hjá Kyndli. On nú landskappingin í 1. deild er seks umfør gomul liggur Team Klaksvík á fremsta plássi.
– Vit hildu, at vit nú stóðu við eitt vegamót og at tíðin var tann rætta at ganga nýggjar leiðir, sigur Kristian Andreassen, næstformaður í Team Klaksvík. Hetta er triðja árið hjá okkum í næstubestu deildini, og vit vóru av tí fatan, at um vit fingu styrkt hópin við røttu monnunum, so er uppflytingin ikki eitt óveruligt mál at seta sær. Tí hava vit valt at gera sáttmálar við Damir Oros og Hans Arna Thomsen.
Umframt leiklutin, sum leikari, skal Damir Oros eisini røkja leiklutin, sum venjari.
– Tað hevur víst seg at verið ógvuliga torført at finna ein venjara í lokaløkinum, og tí kendu vit okkum noyddar til at finna ein venjara útifrá. Og í Damir Oros hava vit funnið rætta mannin – tí umframt at vera ein klassaleikari, so er hann eisini ein dugnaligur venjari, sum leikararnir lata sera væl at. Og bæði Hans Arni Thomsen og Damir Oros hava í dystunum, ið eru leiktir, víst, at teir hava tað eyka yvirskotið, ið vit annars hava manglað, og teir hava báðir fingið eina góða byrjan uppá tilveruna í felagnum.
Bulurin er lokalur
Hóast felagið hevur leitað sær styrk útifrá, so er bulurin í felagnum enn lokalur, og tað kemur hann altíð at vera, staðfestur Kristian Andreassen.
– Eitt eyðkenni fyri okkum klaksvíkingar er, at vit eru stoltir av okkara lokaløkið. Vit hava eina trúgv uppá, at tilfeingið, sum vit eiga her norði, er líka gott, sum aðrastaðni. Tí er hvøuðssetningurin hjá okkum, sum varað av felagnum, at skapa neyðugu karmarnar og rætta íttróttarliga umhvørvið fyri leikararnar at mennast í. Hetta tekur tíð og vit arbeiða eisini langsiktað. Tá felagið varð stovnað var bert eitt vaksnamannalið, men nú hava vit lið í øllum ungdómsrekkjunum, og talið av leikarum í yngru rekkjunum er støðugt vaksandi.
Góða móttøku
Tað er eingin loyna, at tað krevst nógv orka og nógvur peningur til at reka eitt íttróttarfelag í dag. Útreiðslur til hallarleigu, útgerð til leikarar, ferðing osv. eru nakar av útreiðslunum, ið ikki slepst uttanum, og tað er eisini stórsta avbjóðingin hjá leiðsluni at fáa endarnar at røkka saman.
– Vit hava fingið eina framúr góða móttøku frá klaksvíkingum og tað eru vit ógvuliga takksamir fyri. Vinnulívið og kommunan hava stuðlað okkum ótrúliga væl, og áskoðararnir økjast fyri hvørt umfar. Hetta taka vit, sum eitt herðaklapp fyri tað arbeiði, sum vit gera. Limatalið er eisini vaksandi og tað endurspeglar eisini jaligu gongdina, sum felagið er í. Og nú er stuðulssáttmálin við Eik Banka undirskrivaður fjóðra árið á rað, so felagið er væl brynjað til framtíðar avbjóðingar.
Bjørt framtíð
Í Team Klaksvík verður mett, at framtíðin í felagnum sær lovandi út. Fleiri evnaríkir leikarar eru í felagnum, og millum annað skifti strikuspælarin og liðskiparin Dánjal Kjærbo í summar til føroyameistararnar í Atlantic Airways deildini H71, har nú er fastur partur av hópinum. Hetta er ein greið ábending um, at leikaratilfarið í Klaksvík er til staðar.
– Tað er sjálvandi ein ávísur missur í Dánjal Kjærbo, men Hans Arne Thomsen er ein fullgóður avloysari fyri hann. Og vit eiga enn fleiri ungar leikarar, ið vísa seg bara at blíva betur og betur, og serliga 17 ára gamli Sámal Olsen er eitt stórt talent, og er hann eisini toppskorari hjá okkum.
Gott fyri hondbóltin
Herfyri var ein grein í Norðlýsinum, hvar hondbóltsserfrøðingurin Vagnur Michelsen rósti nýggja hondbóltsfelagnum í Klaksvík. Vagnur Michelsen vísti millum annað á týdningin av, at hondbólturin verður betri umboðar reint landafrøðiliga. Fýra av seks feløgum í bestu deildini eru heimahoyrandi í Tórshavnar Kommunu, og eingin ivið er um, at um hondbóltinum skal vera lív lagað, so muga fleiri økir í landinum taka hondbóltin til sín. Spurningurin er, hvør eigur ábyrgdina av hesum – um tað er Hondbóltssambandið, ella økini sjálvi – men í øllum førum má tað sigast at vera gott fyri hondbóltin, at Klaksvíkin aftur er á hondbóltslandakortinum.




